Innanlands

Serligur heiður til føroyskan rúmdargranskara

David Arge Klevang fær "Elektrofondets Videnskabspris 2023"

2023-06-15 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski granskarin á DTU Space, David Arge Klevang, hevur júst fingið stóran heiður fyri sína gransking.

Talan er um “Elektrofondets Videnskabspris 2023”, sum føroyingurin fær fyri at menna PIXL-tóli til at máta grundevni og steinsløg á gongustjørnuni mars.

Hetta kunngerð elektrogrunnurin í dag umvegis Ritzau.

David Klevang Arge, ið er lektor á DCU Space, hevur ment hetta tólið, sum er partur av Mars-rovaranum Perseverance, ið koyrir runt á mars og kannar skorpuna á gongustjørnuni.

Tað, sum hann hevur ment, verður av elektrogrunninum mett at vera eitt so framúr íkast til at kunna granska gongustjørnuna, at hann David Arge Klevang fær virðislønuna, sum er upp á 30.000 krónur.

David Arge Klevang hevur staðið á odda fyri at menna týðandi partar av hesum PIXL tólinum, sum síðan lendingina á mars 18. februar 2020 hevur gjørt fleiri týðandi uppdagingar millum annað við at finna leivdir eftir vatni og grótbræðingum.

PIXL stendur fyri “Planetary Instrument for X-ray Lithochemistry”, og er eitt røntgenspektrometur við framkomnum myndatóli og navigasjónsskipan, ið kann taka nærmyndir og kanna evnafrøðina í grýti og øðrum tilfari á gongustjørnuni. Tólið kann eyðmerkja 26 ymisk grundevni og avgera samansetingina í mineralum.

- David hevur við hesi verkætlan, fyrst sum verkætlanarmedarbeiðari og síðan sum -leiðari, verið við til at fáa myndatólini myndatólini til at megna meira enn krøvini, sum NASA setti. Síðan lendingina á mars hevur hann arbeitt við at menna greiningarhættir, ið geva størst møguligt gagn av PIXL-tólinum. Arbeiðið hjá honum er kunngjørt í fleiri vísundaligum greinum í leiðandi altjóða tíðarritum, verður millum annað sagt í grundgevingunum frá stýrinum fyri Elektrofondet.

Orsaka av sínum íkasti til PIXL tólið er David Arge Klevand tilnevndur ‘Co-investigator’ í NASA Jet Propulsion Laboratory, sum er eitt tað hægsta, ein ikki-amerikanskur granskari kann náa í samband við eina NASA-kanningarferð.

Er eisini við í ESA-ætlan

Umframt arbeiðið við dátum frá PIXL-tólinum, er David Arge Klevang eisini við í PROBA-3 missiónini hjá European Space Agency, ESA, har tveir fylgisveinar, sum á fyrsta sinni flúgva tætt saman, skapa tilgjørdar sólarmyrkingar, so at koronan hjá sólini kann granskast støðugt og ikki einans í teimum fáu minuttunum, sum vanligar sólarmyrkingar varða.

Fylgisveinarnir, Occulter og Coronagraph, skulu kunna flúgva ógvuliga neyvt, og til tað endamálið hevur DTU Space ment eitt myndatól og eina skipan við ljósdiodum, sum gera tað møguligt at tilpassa knattstøðuna hjá fylgisveinunum í mun til hvønnannan.

- Her er talan um ein granskara, ið gevur stór íkast innan fyri sítt øki, og sum til fulnar fyllir krøvini hjá vísundaheiðurslønini, verður eisini sagt í grundgevingini.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder