2026-05-26 12:37
Afturvendandi firmakappingin á FM1 byrjar seinnapartin í dag.
Tá fara Gjaldstovan og Poul Hansen at kappast um at vinna seg víðari í spurnarkappingini.
Tilsamans 24 fyritøkur og stovnar eru við í kappingini í ár og kappast verður tvær ferðir um vikuna, týsdag og hósdag. Byrjað verður klokkan 15:05, men í dag, fyrstu ferð, verður tað klokkan 15:30.
Tvær fyritøkur ella stovnar verða í finaluni, sum verður 10. juli.
Og tað er ikki hissini vinningar. Vinnarin av finaluni vinnur gisting til 12 persónar á Hotel Brandan við máltíð á Húsagarði. Hitt liðið ein túr við Rib62 fyri 12 persónar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald