Orsakað av koronafarsóttini og smittuvandanum hesum viðvíkjandi, verður setanin av Løgtinginum ólavsøkudag og viðurskiftini rundan um hetta skipað øðrvísi í ár enn undanfarin ár, boðar Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá í tíðindaskrivi.
Skrúðgongan fer, sum vant, úr Løgtinginum oman í kirkjuna til gudstænastu og niðan aftur aftaná. Eitt minni kór enn vanligt fer at syngja á tinghúsvøllinum, og økið rundan um tinghúsini verður meira avbyrgt enn vanligt.
– Heitt verður á fólk um ikki at stúgvast saman á Vaglinum og rundan um Løgtingið hesa løtuna, sum í ár fyrst og fremst er ætlað sum ein møguleiki hjá fólki at kunna fylgja við hátíðarløtuni í sjónvarpi heimanífrá ella aðrastaðni. Á henda hátt ber til at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um í mestan mun at halda ólavsøkuna heima í nærumhvørvinum.
Løgtingsformaðurin heitir eisini á øll um at vísa størsta varsemi á ólavsøku og at fylgja almennu tilmælunum frá heilsumyndugleikunum.
Tingfundurin í ár verður heldur ikki heilt sum undanfarin ár. Hann verður nevniliga hildin fyri afturlatnum hurðum. Hetta merkir, at almenningurin ikki sleppur inn í tingið at fylgja við.
– Karmarnir í tingsalinum loyva ikki, at fleiri enn tey, sum neyðturviliga skulu vera har, kunnu vera til staðar. Møguligt er tó at fylgja við tingfundinum í sjónvarpi, í FM-tingvarpinum ella á internetinum.
Tað er heldur ikki møguligt hjá almenninginum at vitja tingið og síggja hølini ólavsøkudag, sum tað annars hevur verið undanfarin ár, orsakað av serligu umstøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald