Innanlands

Sethúsaprísir øktir skjótari enn tøka inntøkan

Landsbankin staðfestir gongdina og trupulleikan: Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum

Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum

Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum

2025-07-23 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsbanki Føroya: Sethúsaprísirnir eru øktir skjótari enn tøka inntøkan í nærum 10 ár á rað. Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum.

Tað, sum ásetur prísin á bústøðum í langa høpinum, er útboðið av bústøðum og hvat tað kostar at byggja.

Sethúsaprísir býtt við byggikostnað er eitt mát, ið verður rópt Tobins Q, og tað vísir, hvørt tað loysir seg at byggja nýggjar bústaðir. Er mátið størri enn 1, er søluprísurin hægri, enn hvat tað kostar at byggja eini nýggj sethús, og tað eigur at skunda undir bygging av fleiri bústøðum, sí mynd 1

Mynd 1 Nýbygging og Tobins Q

Fleiri bygnaðarliga broytingar kunnu vera orsøk til, at talið av nýbyggingum í hesum tíðarskeiðum ikki hevur fylgt við gongdini í sethúsprísum býtt við byggikostnað.

Tað kann millum annað vera avmarkaður byggikapasitetur. Byggivinnan hevur í fleiri ár á rað gjørt vart við, at trot á arbeiðsmegi er ein tann størsta forðingin fyri framleiðsluna, serliga tá ið tað almenna hevur sett verkætlanir í verk samstundis sum tað privata.

Dýrkað byggitilfar kann vera ein onnur orsøk. Í 2021 byrjaði byggitilfar at dýrka orsakað av veitingartrotinum, sum kom í sambandi við Covid-19. Síðani hevur inflatiónin togað bæði tilfarsprísir og handverkaralønina upp. Eisini byrjaðu renturnar at hækka í 2022, og tað hevur dýrkað kostnaðin av at læna pening til bygging av sethúsum.

Eisini kom ein nýggj bygningskunngerð í gildi í 2017, sum setti minstakrøv til bygging og harvið hevur økt um byggikostnaðin, hóast krøvini elva til lægri rakstrarkostnað í longdini.

Í stutta høpinum er útboðið av bústøðum trekt, tí tað tekur tíð at byggja ein bústað, og tað er tí í stutta høpinum eftirspurningurin, sum avgerð prísin á sethúsum. Til dømis um inntøkan veksur, hava húsarhaldini ráð at gjalda meira. Eisini um tilflytingin til Føroyar veksur, so veksa samlaðu inntøkurnar og tað verða fleiri um boðið um sethúsini, ið kann elva til hægri sethúsaprísir.

Eftirspurningurin eftir bústøðum í langa høpinum er hinvegin treytaður av bygnaðarligum broytingum. Tað er eitt nú at familjumynstrið er broytt, so fólk í størri mun enn áður liva sum støk og stakir uppihaldarar, ið krevur fleiri bústaðir, og at stóra tilflytingin til Føroya, sum vit hava sæð seinastu 10 árini, hevur økt um eftirspurningin eftir bústøðum.   

Í árunum 2003 – 2013 var eingin fólkavøkstur, hinvegin er fólkatalið vaksið nærum 13% seinastu 10 árini, sí mynd 2. Skuldi tað verið sama tal av fólki fyri hvørja búeind í dag, sum tað var í 2013, tá ið eingin fólkavøkstur hevði verið í 10 ár, átti tað verið bygt fleiri bústaðir seinastu 10 árini. Sambært Betri Banka, vanta umleið 800 bústaðir, um tað í dag skuldi verið sama lutfall millum tal av fólki og tal av búeindum, sum í 2013.

Samanumtikið hava fleiri ymisk viðurskifti verið orsøk til, at útboðið av bústøðum ikki hevur fylgt við eftirspurninginum, og tað hevur sostatt elvt til ein vøkstur í sethúsaprísunum.

Mynd 2 Fólkavøkstur

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder