
Føroyski bústaðarmarknaðurin er heitur. Tað staðfesta nýggjastu hagtølini, sum Betri Banki hevur gjørt fyri fyrra hálvár í ár.
Í kjalarvørrinum av rentulækkingunum hetta seinasta árið hava sethúsaprísirnir aftur tikið dik á seg. Við framhaldandi fólkavøkstri, vaksandi lønarútgjaldingum og avmarkaðum bústaðarútboði er í løtuni einki, sum bendir á, at gongdin vendir í bræði.
Tað er í Eysturoynni at prísvøksturin er størstur. Bygdirnar á Skálafjørðinum undir einum, kostaðu eini sethús í miðal 2,9 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,5 mió. krónur í fjør. Vøksturin er 15 prosent.
Fyri restina av Eysturoynni var miðalprísurin 2,6 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,2 mió. krónur í fjør. Tað er ein vøkstur á heili 17 prosent.
Hóast størsti krónuvøksturin seinastu 10 árini hevur verið í høvuðsstaðarøkinum, hevur størsti prosentvøksturin verið í Eysturoynni. Síðan 2015 eru sethúsaprísirnir á Skálafjørðinum øktir við 220 prosentum, meðan prísirnir í restini av Eysturoynni eru øktir við 190 prosentum. Í Tórshavn eru prísirnir sama tíðarskeið øktir við 110 prosentum.
4,5 milliónir fyri eini sethús í Tórshavn
Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,5 mió. krónur í miðal. Tað er 7 prosent meira enn í fjør, tá miðalprísurin var 4,2 mió. krónur.
Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,3 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,2 mió. krónur í fjør. Tað er ein vøkstur upp á fimm prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald