Innanlands

Setrið og KU ritstjórnað altjóða tíðarrit

Samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og lærda háskúlan í Keypmannahavn endaði við felags ritstjórn av altjóða tíðarriti

Seinasta útgávan av International Journal of Marine and Coastal Law hjá útgevaranum Brill, er m.a. ritstjórnað av Bjørn Kunoy, professara á Fróðskaparsetri Føroya (Savnsmynd)

Seinasta útgávan av International Journal of Marine and Coastal Law hjá útgevaranum Brill, er m.a. ritstjórnað av Bjørn Kunoy, professara á Fróðskaparsetri Føroya (Savnsmynd)

2024-06-03 14:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinasta útgávan av vísindaliga tíðarritinum, International Journal of Marine and Coastal Law hjá útgevaranum Brill, er ritstjórnað av Yoshifumi Tanaka, professara á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og Bjørn Kunoy, professara á Fróðskaparsetri Føroya.

Útgávan telur tilsamans sjey greinar, ið viðgera ymsar havrættarligar spurningar í samstíðini, m.a. tvær greinar hjá ávikavist Bjørn Kunoy og Yoshifumi Tanaka.

Millum evnini í greinunum er m.a., hvussu ein framtíðar sáttmáli um fyribyrging av plastdálking í sjónum kann grundast á havrættarsáttmálan hjá ST. Eisini verður sjóneykan sett á søgulig rættindi, og hvussu havrættarsáttmálin loyvir londum at útinna søgulig rættindi á ein hátt, ið er sambærligur við havrættarsáttmálan. Somuleiðis verður viðgjørt, um sigast kann, at grundleggjandi altjóðarættarreglan, sum kallast territorialur integritetur, er ein positivur rættur í havrættarsáttmálanum, sum lond kunnu líta á, um kríggj brestir á.

Greinasavnið byggir á eini havrættarráðstevnu í Keypmannahavn, sum Fróðskaparsetrið og lærdi háskúlin í Keypmannahavn skipaðu fyri í mars 2023, og sum varð partvíst fíggjað av Reiðarafelagi Føroya.

Meira um hesa seinastu útgávuna av International Journal of Marine and Coastal Law kann lesast her.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder