Býráðið í Vága kommuna hevur, við Visjón 2032, sett sær fyri, at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygga menning sum nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu tíggju árini.
Sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna øki á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvi og trivna. Í tí sambandi varð søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum í kommununi.
Saman við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, kemur Búgvi Róin at hava yvirskipaðu ábyrgdin av grøna økinum í kommununi. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.
Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttan fyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar v.m.
Búgvi Róin er 50 ár og útbúgvin anlegsgartnari í Stenstrup við Svendborg á Fjóni. Hann hevur drúgvar royndir á økinum. Síðan Búgvi var liðugt útbúgvin í 1999, hevur hann virkað sum gartnari í Føroyum, við egnari gartnarafyritøku frá 2000 fram til 2017. Hann hevur seinastu seks árini starvast sum býargartnari hjá Runavíkar kommunu.
Búgvi er ógvuliga tilvitaður um umhvørvi og náttúruvernd, og leggur dent á, at skilja og endurnýta avgrevstur og annan vøkstur. Sjálvur annar, hevur Búgvi givið út vælumtóktu “Urtagarðsbókin” fyri ársskiftið 2022, har hann stóð fyri tí fakliga tekstinum í bókini.
Búgvi byrjar í starvinum mánadagin 19. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald