2020-07-08 15:26
Arbeitt verður framvegis við at rætta brekið, sigur SEV.
Streymurin er aftur á vestara armi á Skálafjørðinum. Tó kann væntast, at í økinum á Skála, har feilurin er, verður streymurin burtur í nakrar tímar afturat, meðan arbeitt verður.
Ein feilur á linjuni elvdi um middagsleitið til, at streymurin fór á Skála, Strondum, Kolbeinagjógv, Morskranesti og Selatrað.
Talan er um kaðlar, sum hava fingið skaða í sambandi við grevstur á Skála, og partar av Skála bygd mugu tíverri liggja í streymloysi í nakrar timar afturat, meðan arbeitt verður, sigur el-felagið.
Dagførd kl. 15.33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald