Innanlands

SEV læsir aftur hurðarnar

Einans vitjandi, veitarar v.m., sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, fáa atgongd eftir avtalu. Harumframt eru starvsfólk biðin um at lata seg kanna og at arbeiða heima, um tað ber til

2020-08-06 20:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú koronasmittan aftur er aktiv í samfelagnum, er avgerð tikin um enn einaferð at læsa hurðarnar. Hetta varð eisini gjørt í mars fyri at verja elveitingina hjá føroyska samfelagnum.

Hetta merkir, at einans vitjandi, veitarar v.m., sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, fáa atgongd eftir avtalu.

Harumframt eru starvsfólk biðin um at lata seg kanna og at arbeiða heima í tann mun tað letur seg gera. Har hetta ikki er ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, verður skipanin við isoleraðum vaktum v.m. sett í gildi aftur, fyri at tryggja elveitingina. 

Av tiltøkunum, sum vóru sett í verk í mars, hava nøkur verið í gildi líka síðan, meðan onnur eru linkaði nakað. Nú verður strammað upp aftur. Kantinur hava verið lutvíst opnar fyri summarfrítíðina, men hesar lata ikki upp aftur 10. august sum annars ætlað. Ferðing og skeiðsvirksemi hava verið avlýst síðan mars, og fundarvirksemi verður framvegis avgreitt elektroniskt:

- SEV veitir samfelagsberandi tænastur, sum eru grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum. Fyri at kunna røkja hesa uppgávu til lítar er neyðugt at vera eyka varin og at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk bæði innanhýsis og uttanhýsis sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder