placeholder
Innanlands

SEV: Nú er kostnaður ásettur fyri løðing á almennu løðistøðunum

Síðan 2015 hevur tað verið ókeypis at brúka almennu løðistøðirnar hjá SEV, men frá 5. oktober fer tað at kosta

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-09-25 12:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan fyrstu almennu løðistøðirnar hjá SEV vóru settar upp í desember 2015, hevur verið ókeypis hjá føroyskum elbilaeigarum at løða bilin í eini royndartíð. Hendan royndartíðin er nú av, og eftir 5. oktober verður ikki longur møguligt at løða elbilin uttan kostnað á almennu løðistøðunum hjá SEV, boðar elfelagið frá.

– Elbilaeigarar skulu frameftir rinda fyri orkuna, sum nýtt verða at løða elbilin. Prísurin fyri hvønn kW-tíma er settur at vera 1,95 kr., og er tann sami fyri DC-skjótløðistøðir sum fyri vanligu AC-løðistøðirnar. Umframt kostnað fyri hvønn kilowatttíma er ásettur ein minuttprísur fyri tíðina, sum bilurin er knýttur at løðistøðini.

Minuttprísurin er ásettur fyri at tryggja, at fólk ikki lata bilin vera knýttan at løðistøðini óneyðuga leingi, og harvið forða øðrum at sleppa framat, sigur SEV.

Munur er á minuttprísinum fyri DC-løðing og fyri AC-løðing. Fyri vanliga AC-løðing rindar mann kWt-tímaprís, umframt 10 oyru pr. minutt millum klokkan 8 á morgni og 22 á kvøldi. Eftir klokkan 22 og fram til klokkan 8 á morgni rindar mann kWttímaprís + 2 oyru pr. minutt.

Fyri DC-skjótløðing er prísurin eisini 1,95 kr. pr. kWt umframt 1 kr. pr. minutt. Hetta er galdandi alt samdøgrið.

– Almennu løðistøðirnar eru ikki ætlaðar at vera fremsta val til løðing av elbilum. Elbilar eiga at verða løddir heima, og løðistøðirnar eru settar upp sum bráfeingisloysn, tá á stendur. Vit vænta, at prísskipan á almennu løðistøðunum fer at minka um bíðitíðirnar við løðistøðirnar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá SEV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder