Sev og svenska orkufyritøkan Minesto hava nú fingið umhvørvisgóðkenningina til at fara undir at vinna streym úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi. Tað boðar elfelagið Sev frá í dag.
Sev hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Her er hugt eftir árini á fisk, sjófugl, hval og kóp. Mett er ikki, at royndarverkætlanin fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst er tann viðbreknasti bólkurin. Møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp, eru viðgjørd í árinsmetingini. Í síni góðkenning hevur Umhvørvisstovan sett Sev ávísar treytir, eitt nú, at Sev skal fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár.
Lesast kann meira um árinsmetingina á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni
Í lýsingini av verkætlanini og ávirkan á dýralívið í Vestmannasundi, verður sagt soleiðis í niðurstøðuni:
“Orkuverkini lata nakað av óljóðið frá sær, meðan tey eru í rakstri. Kanningar hava víst, at hægst málda óljóðið frá einum líknandi dreka í rakstri er 105 dB. Mett er, at havsúgdjórini varnast hetta óljóðið úr langari frástøðu og tí halda seg burtur frá orkuverkunum. Óljóðið verður mett at hava eitt avmarkað stutttíðar árin, ið minkar burtur, so hvørt havsúgdjórini venja seg við óljóðið. Mett verður, at mesta óljóðið, og harvið mesta árinið, á hval og kóp verður tíðarbilið, tá ið orkuverkið verður lagt út ella tikið upp.
Samanumtikið verður ikki mett, at stórvegis vandi er fyri árini á nakran djórabólk, og møgulig árin verða avmarkað til tíðarskeiðið, sum royndarverkætlanin koyrir.
Møguligt er við stuttum skotbrái at steðga orkuverkinum. Mett verður, at hetta er ein fyrimunur, um tað gerst neyðugt, t.d. um grind verður rikin í Vestmannasundi.“
Loyvini og tilsagnirnar umfata uppseting av tveimum DG100 sjóvarfalsdrekum, sum verða settir út í Vestmannasundi í samstarvi millum Minesto og Sev. Minesto hevur fingið tilsamans áleið 3,5 milliónir evrur úr ES grunni og svenskum orkugrunni til verkætlanina í Vestmannasundi og víðarimenning av DG100 sjóvarfalstøknini.
Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi Minesto, at royndir í løtuni verða gjørdar við DG100 skipanini á turrum, og at økið á Oyrargjógv, har elorkan kemur í land og verður førd inn á netið hjá SEV, er undir fyrireiking. Harumframt kunngjørdi Minesto stovnanina av dótturfelagnum Sp/f Minesto Føroyar, sum fer at umsita og víðarmenna verandi og komandi installatiónir í Føroyum við sjóvarfalstøknini hjá Minesto.
Les eisini: Minesto heldur ótarnað fram í Vestmannasundi
Ætlanin var, at fyrri drekin skuldi leggjast út longu fyrsta ársfjórðing í ár. Undan hesum er fundamentset á botn, og sjókaðal lagdur inn á Oyrargjógv. Í summar skal seinni drekin leggjast út. Royndaverkætlanin heldur á fram til ársenda 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald