Eykaaðalfundur hevur verið í SEV í dag, og broytingar eru farnar fram. Eykaðalfundurin gav elfelagnum nýggjar heimildir at halda fram við útbyggingum á grønu kósini og í hesum sambandi at taka nýggj lán og umfíggja skuld.
Eykaaðalfundurin í SEV í dag samtykti einmælt, at elfelagið kanna taka næstu stigini á grønu kósini, umframt at SEV kann taka nýggj lán og umfíggja skuld, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
SEV fekk á eykaaðalfundinum í dag heimild frá sínum eigarum at lata eitt nýstovnað felag ella eitt av dótturfeløgunum útvega, byggja og eiga ella reka eina nýggja 18 MW vindmyllulund í meginøkinum. Talan er her um útboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, sum nógv orðaskifti hevur verið um, tí bert ein privatur framleiðari í einari avtalu við festaran hevur atgongd til økið.
SEV hevur kortini heitt á myndugleikarnar um at loysa hesa fastlæstu støðuna við t.d. at broyta vindútboðið soleiðis, at eitt annað hóskandi øki verður fingið til vega til 18 MW vindorku, har øll áhugað kunnu bjóða. Myndugleikin hevur ikki broytt útboðið, og tí er í løtuni einasti møguleikin, at SEV sjálvt fær til vega eitt øki til 18 MW vindorku í meginøkinum, sum tó ikki kann javnsetast við Hoyvíkshagan. Tað merkir í roynd og veru, at í løtuni er eingin verulig kapping har. Freistin at koma við einum boði í meginøkinum er 1. august 2019.
SEV vann herfyri útboðið av vindorkuni í Porkerishaganum, og eykaaðalfundurin góðkendi, at partafelagið, sum eigur vindmyllulundina í Neshaga, nevnt P/F Vindfelagið Neshagi, útvegar, byggir og eigur nýggju vindmyllulundina, sum verður reist í Porkeri.
Somuleiðis samtykti eykaaðalfundurin at loyva SEV at lata eitt nýstovnað felag ella eitt av dótturfeløgunum útvega, byggja og eiga ella reka eina nýggja 18 MW vindmyllulund á Eiði, har freistin at lata boð inn eisini er 1. august 2019.
Í løtuni er nógv ferð á útbyggingum av varandi orku, samstundis sum veitingartrygdin skal haldast við útbyggingini av Sundsverkinum. Tí heitti nevndin í SEV á eykaaðlfundin um heimild at taka nýggj lán og umfíggja skuld. Eykaaðalfundurin samtykti at loyva SEV at taka nýggj lán fyri í mesta lagi 500 milliónir krónur, umframt at SEV eisini fekk heimild til at umfíggja verandi skuld á eina milliard krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald