Í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfallstøkni í Vestmannasundi, minnir SEV á, at økið er friðað fyri allari fisking og sigling.
– Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkið í Vestmannasundi. Sjóvarfalsdrekarnir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku. Verður eitt nú fiskað tætt við drekarnar er vandi fyri, at línan fløkist í útgerðini. Hetta kann skaða bæði reiðskapin og drekarnar, skrivar elfelagið á heimasíðuna.
Tí er økið friðað fyri sigling og fiskiskapi tey tvey árini, royndarverkætlanin varir.
Økið, ella sonevndi kassin, á sjókortinum, sum vísir verkætlanarøkið, liggur mitt í sundinum – millum Oyrargjógv á vágalandinum og Egilsnes á streymoyarlandinum.
Til ber at síggja knattstøðurnar fyri kassan á Google Maps, sum vísir neyva verkætlanarøkið í fartelefonini. Verkætlanarøkið er eisini sjónligt á www.fishin.fo.
Steðga undir grindarakstri
Hóast økið er friðað fyri sigling, sigur SEV, at drekarnir kunnu steðgast í sambandi við grind.
– Um tað gerst neyðugt at reka grind ígjøgnum Vestmannasund, skal sýslumaðurin boða vakthavandi á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna frá. Drekarnir verða síðani steðgaðir, so teir ikki órógva raksturin.
– Um illa vil til, og útgerð – antin hjá einum sjálvum ella hjá SEV – fær skaða, so skal SEV boðast frá. Er okkurt hent, so at vandi er á ferð, ella er okkurt áfatt, sum kann hava vanda við sær, er umráðandi at boða sjóbjargingarstøðini, MRCC, frá beinanvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald