![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Varðasteyrar frá Visit Faroe Islands eru nú settir niður frá Glyvursvegnum og niðan á Kongavarða. Ein túrur, sum alsamt fleiri fólk ganga.
Og bóndin vil fegin, at fólk ganga eftir varðasteyrunum, fyri ikki at órógva djóralív.
- Nú fólkatalið í Tórshavnar kommunu er voksið sera nógv og tað eisini er vorðið eitt rák, at øll skulu eiga hagan og ganga túrar í okkara deiligu náttúru, er ferðslan niðan á Kongavarða økt so nógv, at tað órógvar seyðafylgini í haganum. Hetta síggja vit aftur, tá vit skulu reka seyðin – hann er ikki longur til at reka, tí hann er ov vanur við fólk, skrivar Gunn Sloan Müller, dóttir bóndan, Poul Müller, á Facebook.
Steyrarnir byrja frá einum portrið við Glyvursvegin, sum er gjørt júst til endamálið. Gøtan er løgd mitt millum sunnara- og norðara hagan, har seyðurin er býttur upp.
- Sum festari av hesum hagaparti, havi eg onki ímóti at tað verður gingið niðan á Kongavarða. Eg vil hava at fólk nýta eina og somu rás, soleiðis at seyðurin fær frið at liggja á biti við meira, sigur Poul Müller, bóndi.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald