Innanlands

Shefa-2 kaðalin fingið skaða

Arbeitt verður við at umvæla skaðan, sum er hendur millum Orknoyggjar og Skotland

2025-07-26 13:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

SHEFA-2 kaðalin fekk tíðliga í morgun ein skaða á strekkinum millum Orknoyggjar og Skotland. Orsøkin til skaðan er ikki kend í løtuni.

- Arbeitt verður nú saman við okkara undirveitara at fyriskipa umvæling av skaðanum, og væntandi verður kaðalskip á staðnum miðskeiðis í næstu viku. Vit rokna við, at kaðalin verður umvældur komandi vikuskifti, skrivar NET í eini fráboðan. 

Mett verður, at kundar í Føroyum ikki eru ávirkaðir av hesum, tí tey hava samband um FARICE-1 kaðalin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder