Innanlands

Shefa 2-kaðalin verður væntandi umvældur sunnudagin

Skipið Cable Vigiliance er nú komið til økið við Orknoyggjar, har slit hevur verið á kaðalinum í tríggjar vikur

Cable Vigilance hevur fyrr gjørt umvælingararbeiði á Shefa 2-kaðalin. (Mynd: shetnews.co.uk / Ronnie Robertson)

Cable Vigilance hevur fyrr gjørt umvælingararbeiði á Shefa 2-kaðalin. (Mynd: shetnews.co.uk / Ronnie Robertson)

2025-10-23 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kaðalskipið Cable Vigliance er nú komið til Orknoyggjar og farið undir at fyrireika umvælingina av Shefa 2-kaðalinum millum Orknoyggjar og Skotland, sum hevur verið slitin í eina tíð.

Føroya Tele, sum eigur undirsjóvarkaðalin, upplýsir fyri Shetland News, at skipið kom á staðið í morgun úr Calais í Fraklandi.

Páll H. Vesturbú, stjóri á Net, sigur við Shetland News, at fyrireikingarnar halda fram.

- Veðurfrásøgnirnar benda á, at umstøður møguliga vera hóskandi at fremja umvælingina sunnudagin, heldur enn leygardagin, sigur Páll H. Vesturbú, sum væntar, at kaðalin aftur fer at virka sum ætlað einaferð sunnukvøldið ella mánamorgunin.

Í morgin eru tríggjar vikur síðani, at kaðalin fekk skaða, og síðan hevur stórur partur av Orknoyggjum og Hetlandi verið uttan netsamband. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder