Herfyri kunnaði Tvøroyrar kommuna um, at menn úr Nepal vóru komnir til oynna, har teir skuldu byggja eina trappu niður í Hvannhaga. Tað hevur gingið væl, og longu 27. oktober fer ferðalagið av landinum aftur.
Hetta er eitt sera avbjóðandi arbeiði, við tungum, føroyskum basaltgróti, ið sherpairnar ikki hava roynt at arbeitt við fyrr.
(Mynd: Lasse Jensen)
Í Noregi hava teir m.a. arbeitt nógv við skifer-gróti, ið er heilt annaleiðis at fáast við enn harða, føroyska grótið. Fantastiska tyrlumanningin á tyrluni Ruth, hjá Atlantic, hevur flogið eina rúgvu av túrum við gróti, frá reinsiverkinum á Rananum og til Grindina niður í Hvannhaga. Síðan hava ótrúligu sherpairnar einans við handamegi fingið tungu klettarnar upp á pláss.
(Mynd: Lasse Jensen)
- Tað hevur verið ein fragd at sæð hesar menn arbeiða. Arbeiðslagið er heilt serstakt og hóast knossast verður við gróti, ið vigar upp til fleiri hundrað kilo, so er arbeiðslagið altíð gott og framrættað, skrivar Tvøroyrar kommuna.
27. oktober fer ferðalagið av landinum aftur og hóast teir bert hava verið her nakrar fáar dagar, so hava menninir úr Nepal sett eitt varandi fingramerki í føroyska landslagið og føroyska byggisøgu. Hvør veit, kanska teir vitja aftur í onkrum øðrum samanhangi, í framtíðini.
Lasse Jensen hevur tikið nakrar myndir av gongdini og kunnu fleiri av teimum síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald