Innanlands

Sí filmin har fólkatingsnevndin varð snýtt

Tíbetur siga tey onki, ið kann verða misbrúkt móti teimum, ásanna donsku politikararnir eftir at ”prank”-filmurin í dag varð almannakunngjørdur

Skíggjamynd av Martin Lidegaard á fundinum við følsku hvítarussisku kvinnuna

Skíggjamynd av Martin Lidegaard á fundinum við følsku hvítarussisku kvinnuna

2020-10-12 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Limirnir í uttanríkispolitisku nevndini hjá danska fólkatinginum eru lætnaðir eitt sindur um hjartað. Ein video, har tey vórðu snýtt – ”prankað” – av nøkrum russiskum skemtarum, er ikki so ónd móti teimum.

Tað var í síðstu viku, at limirnir í uttanríkispolitisku nevndini høvdu ein videofund við hvítarussiska andstøðupolitikaran, Svetlana Tikhanovskaja. Men tað var ikki Tikhanovskaja, sum var í hinum endanum. Tað var ein kvinna, sum gav seg út fyri at vera hvítarussiska kvinnan. Russisku skemtararnir Vovan og Lexus, ið eru gitnir fyri at hava snýtt nógvar politikarar kring heimin, stóðu aftanfyr.

Í dag varð upptøkan kunngjørt á Youtube-kanalini hjá teimum báðum, eins og teir boðaðu frá í farnu viku. Upptøkurnar síggjast undir greinini.

Les eisini: Uttanríkisnevndin hjá fólkatinginum hildin fyri gjøldur 

- Vit kundu lættliga havt sagt okkurt, ið kundi verið misbrúkt móti okkum, tí vit trúðu, at vit sótu á einum fundi á høgum stigi við ein andstøðupolitikara, sum vit stuðla. Vit hildu jú, at vit kundi tosa opið um tingini, sigur Michael Aastrup Jensen úr Vinstraflokkinum, næstformaður í nevndini við dr.dk.

Martin Lidegaard úr radikala vinstraflokkinum, ið er formaður í nevndini, greiðir frá, at onkur setti seg í samband við nevndina, sum segði seg umboða hvítarussiska politikaran. Og umsitingin hjá nevndini fekk síðan ein fund í lag.

Spyr um kynsligt samband við skjaldbøku
Fundurin byrjar við, at luttakararnir verða bodnir vælkomin og so tosa tey um Nord Steam 2 gassleidningin úr Russlandi til Týsklands.

Men fundurin fær eina løgna vend, tá hvítarussiska kvinnan fer at spyrja nevndarlimirnar, um tað er rætt, at danskir politikarar hava kynsligt samband við skaldbøkur á einum serligum bordelli.

- Vit tosaðu við frau Merkel, og hon segði, at Týskland er til reiðar at veita skjaldbøkunum hjálp, sigur kvinnan, sum eisini nevnir, at har er ein skjaldbøka á bordellinum, Tortilla av navni, ið er serliga væl umtókt.

- Hetta er ræðuligt, sigur kvinnan.

Nevndarformaðurin, Martin Lidegaard, sum hevur trupulleikar við at fáa mikrofonina tendraða, roynir høviskliga at vísa hesum aftur. Kallar tað russisk falstíðindi.

- Vit høvdu aldri loyvt slíkum í Danmark, sigur Martin Lidegaard millum annað.

Í dag taka politikararnir samanum, og Martin Lidegaard ásannar, at slíkt eigur ikki at kunna henda. Tí hevur nevndin nú eisini innført nýggjar trygdarreglur í sambandi við videofundir.

Sambært Michael Aastrup Jensen fer fólkatingið hereftir eisini at brúka tryggari pallar at samskifta við, enn Zoom, ið varð brúkt í hesum førinum.

Móti endanum av 25 minuttir langa videofundinum sæst eisini hvussu donsku politikararnir tosa sínámillum eftir at tey hava takkað hvítarussiska politikaranum fyri fundin.

Tey trúgva nærum ikki tí, tey hava upplivað, og serliga næstformaðurin ivast í, um tey ikki eru blivin snýtt. Hann vil ikki rættiliga tosað meira um tað fyrr enn ” Svetlana Tikhanovskaja” er koplað av fundinum. Tá hon er koyrd av, endar filmurin eisini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder