Uttanlands

Uttanríkisnevndin hjá Fólkatinginum hildin fyri gjøldur

- Tað vóru vit, sum ringdu, siga russisku skemtararnir Vovan og Lexus, sum hava eina ’prank’-rás á Youtube

Vovan og Lexus. Vælumtóktir russiskir skemtarar

Vovan og Lexus. Vælumtóktir russiskir skemtarar

2020-10-10 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey hava fyrr gjørt gjøldur burtur úr bretska Harry prinsi, amerikanska Bernie Sanders og turkiska forsetanum Recep Tayyip Erdogan. Nú taka tey eisini ábyrgdina av at hava snýtt uttanríkispolitisku nevndina hjá danska Fólkatinginum.

- Tað vóru vit. Staklutinir koma út mánadagin, ljóða nú boðini frá russisku skemtarunum Vovan og Lexus, sambært russisku tíðindastovuni RIA.

Teir hava eina kanal á Youtube við yvir 110.000 fylgjarum.

Týsdagin góvu tey seg út fyri at vera hvítarussiski andstøðupolitikarin, Svetlana Tikhanovskaja, og tað endaði við at tey settu nevndini spurningar um djórasex.

Danmarks Radio skrivar, at skemtararnir eru væl umtóktir í Russlandi fyri teirra sokallaðu ’pranks’.

Formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum, Martin Lidegaard, fyrrverandi uttanríkisráðharri, hevur greitt frá, at kvinnan, sum sum eftir øllum at døma snýtti seg til ein netfund við nevndini, hevði trupulleikar við at fáa upptøkutóli á teldu síni at virka, og tí sóu tey ikki myndir av kvinnuni, sum segði seg vera hvítarussiska andstøðuleiðaran.

- Jú longri fundurin leið, tess løgnari spurningar setti kvinnan. At enda fór prátið heilt av sporinum, tá hon fór at spyrja, um vit høvdu skøkjuhús við djórum í Danmark. Tá gjørdist eg greiður yvir, at okkurt var heilt galið, segði Martin Lidegaard í vikuni.

Hann hevur síðan fingið váttað, at kvinnan ikki var hvítarussiski politikarin, og nevndin hevur tí tikið nýggjar leiðreglur í brúk í sambandi við fundir á netinum.

Tað er ikki av tilvild, at russisku skemtararnir hava fingið áhuga fyri Danmark, skrivar dr.dk.

Tað var ein víðgongdur tjóðskaparligur limur í russiska tjóðartinginum, sum í sjónvarpi herfyri greiddi frá, at tey hava djórabordell í Danmark, har møguleiki var hjá einum og hvørjum at fara inn og hava kynsligt samband við eina skjaldbøku, um áhugi er til tess. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder