2018-07-05 08:33
Freistin at søkja hægri útbúgvingar í Danmark gjøgnum kvotu 1 gongur út í dag, og í tí sambandi hevur danska tankasmiðjan CEPOS gjørt ein lista yvir, hvørjar útbúgvingar í miðal geva hægstu ársløn.
Tendensurin er greiður - allar útbúgvingarnar við teimum hægstu lønunum, uttan jura, byggja á matematiskan hugsunarhátt og náttúruvísund. Í botninum liggja tær bleytu útbúgvingarnar, har tónleikur, list og mentan eru í miðdeplinum.
Topp 10 listin yvir hægst løntu hægru útbúgvingarnar er hesin:
| 1 | Forsikringsmatematik, cand.act. | 1.339.248 | |||
| 2 | Medicin, c.med. | 1.205.266 | |||
| 3 | Virksomhedssystemer, cand.polyt. | 1.104.428 | |||
| 4 | Mejeribrugsvidenskab, c.lact. | 1.102.082 | |||
| 5 | Matematik-økonomi, cand.scient.oecon. | 1.052.474 | |||
| 6 | Revisorkandidat, cand.merc.aud. | 1.028.836 | |||
| 7 | Statsvidenskab, cand.polit. | 1.012.663 | |||
| 8 | Kemi, cand.polyt. | 981.148 | |||
| 9 | Økonomi, c.oecon. | 943.819 | |||
| 10 | Erhvervsøkonomi og matematik, cand.merc.(mat.) | 929.485 |
Topp 10 listin yvir lægst løntu hægri útbúgvingarnar er hesin:
| 181 | Humanistisk/teologisk, ivu (lvu) | 349.502 | |||
| 182 | Internat. virksomhedskomm., Amerikanske studier, cand.ling.merc. | 343.027 | |||
| 183 | Kultur- og sprogmødestudier (komb.HUM), cand.mag. | 341.626 | |||
| 184 | Rytmisk musikpædagog (AM), kand. | 336.060 | |||
| 185 | Kommunikation, cand.mag. | 329.258 | |||
| 186 | Visuel kultur, c.mag. | 310.323 | |||
| 187 | Rytmisk instrument-sang-ensemble, kand. | 287.322 | |||
| 188 | Designer tekstil, cand.design | 286.366 | |||
| 189 | Designer, cand.design | 234.495 | |||
| 190 | Billedkunst, videregående | 192.152 |
Listin kann lesast í fullari longd her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald