Hvørjar søgur hoyra ung um kríggj og flóttafólk í dag? Hvat kunnu ungdómsbøkur við íspunnum søgum, sum tíðindi við fakta ikki kunnu? Hvat kann veruliga søgan hjá einum, ið er komin til Føroya undan ófriði geva okkum? Hvussu tulkar listabreytin á NámiX kríggj sum tema í síni list? Og hvat siga politisku ungmannafeløgini um leiklutin hjá Føroyum, tá tað snýr seg um kríggj og flóttafólk í dag? Hesi evnini verða tikin upp á tiltakinum.
Bókaprát: Kríggj í ungdómsbókum
Silja Aldudóttir, Bókadeildin, prátar við Oddfríð Marna Rasmussen, sum hevur týtt tvær nýggjar bøkur til ung til føroyskt, sum á hvør sín hátt snúgva seg um kríggj.
”Zenobia” er ein grafisk skaldsøga, sum sigur søguna um eina gentu, ið flýggjar einsamøll undan kríggi úr Sýria. ”Um kríggj var í Norðurlondum” vendir vanligu søguni á høvdið, soleiðis at tað eru føroyingar, ið flýggja undan kríggi. Prátað verður eisini við umboð fyri Amnesty Ung og tveir ungar lesarar, ið siga sína hugsan um bøkurnar.
Kristianna Poulsen, Bókadeildin, tosar eisini við Dejan Elek, ið sum barn flutti til Føroya undan krígnum í Kroatia í 1990-árunum.
Kjak millum ung
Politisk ungmannafeløg kjakast um leiklutin hjá Føroyum, tá tað snýr seg um kríggj og flóttafólk. Kára Bjarnadóttir Jakobsen er orðstýrari. Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, Framsøkin Ung og Unga Sjálvstýri luttaka.
Listabreytin í NámiX í Eysturskúlanum sýnir fram verk, ið viðgera evnini kríggj og flóttafólk og Danny Baldursson fer eisini at syngja nøkur løg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald