Innanlands

Fleiri klipp í gjár

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og har vórðu fleiri klipp givin fyri ymisk lógarbrot

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi fingu fleiri bilførarar klipp í koyrikortið.

Í Havn fingu tveir bilførarar klipp fyri at koyra ímóti ferðsluni, meðan ein fekk klipp fyri at koyra við einum barni, sum ikki sat í trygdarbelti.

Í Kollafirði varð ein lastbilur, sum koyrdi 92 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman, og tað fær førarin eitt klipp fyri.

Millum Fjarða fingu tveir bilførarar eisini klipp fyri at koyra ávikavist 106 og 112 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Í Runavík fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 79 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman, og við Áir fekk ein eina treytaða frádøming fyri at 116 kilometrar um tíman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder