Vit menniskju tveita umleið 4.500 milliardir sigarettstubbar frá okkum á gøtuni ella náttúruni hvørt einasta ár.
Skaðiligt plast er í hesum sigarettfiltrum, sum enda í heimshøvunum og í moldini. Men hvussu nógvan skaða hesir stubbar gera á umhvørvið, er enn lítil vitan um.
Men nú vísa kanningar frá Anglia Ruskin University í Onglandi, at sigarettstubbar kunnu skaða vøksturin hjá plantum.
- Vit hava funnið útav, at tað hevur oyðileggjandi ávirkan á nælingina og longdina á vøkstri, sigur Danielle Green, sum hevur skrivað grein frá kanningunum, skrivar dr.dk.
Royndir eru gjørdar í vakstrarhúsi, sum vísa hvussu sigarettstubbar og óroyktar sigarettur ávirka vøkstur. Royndir vórðu gjørdar við seyðasmæru og grasi.
Granskararnir løgdu sigarettir í urtapottar við mold og fræ. Fyri at sammeta, endurtóku teir royndirnar við smáum træpinnum í staðin fyri sigarettum. Og munurin var stórur. Tá sigarettur vóru í pottunum, hevði tað ávirkan á vøksturin.
Í pottunum við grasi minkaði longdin á vøkstrinum við 13 prosentum og nælingin við 10 prosentum. Fyri smæru var minkingin størri, ávikavist 27 og 28 prosent, skrivar dr.dk.
Hesar plantur hava týdning sum fóður fyri húsdýr, og eru at finna í býarøkjum, vísir granskarin á.
Vøksturin varð ávirkaður óansæð um talan var um sigarettstubbar ella sigarettir, sum ikki vóru royktar. Tí rokna granskararnir við, at tað er sjálvt filturið, ið er við til at skaða vøksturin.
- Nógvir roykjarar halda, at sigarettstubbar verða skjótt niðurbrotnir, og meta tí ikki hesar stubbar sum bururkast. Men filtrið er gjørt av einum slagi av plasti, sum tekur fleiri ár, um ikki áratíggju, at bróta niður, sigur Danielle Green.
Granskararnir vísa á, at talan er um fyrstu kanning av hesum slag. Tí verður mælt til at fleiri royndir verða gjørdar fyri at granska í hesum egni, skrivar Danmarks Radio.
(Mynd: Jaime Da Silva Carvalho © Anglia Ruskin University)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald