Innanlands

Sigla millum Føroyar og Skotland

Í gjár lá farmaskipið Hav Alda og lastaði í Fuglafirði. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har hitti hann skiparan, Høgna Samuelsen

Bjarki Dan Sørensen, stýrimaður og Høgni Samuelsen, skipari (Mynd: Sjómansmissiónin)

Bjarki Dan Sørensen, stýrimaður og Høgni Samuelsen, skipari (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-07-10 20:08 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Hav Alda er javnan á Fuglafirði, og tí fekk skiparin spurningin: Hvørjum sigla tit við?

- Vit sigla í fastari rutu millum Føroyar og Skotland við laksafóðri. Fóðri fylla vit uppí fóðurflakar hjá Bakkafrosti, sum liggja í Vesturskotlandi.

Eru nógv alibrúk har?

- Samanlagt eru tað umleið 40 alibrúk. Vit sigla ikki til øll hvørja ferð, tí nøkur liggja brakk. Fleiri liggja brakk nú, men seinni í ár, tá fiskur er komin aftur í alibrúkini, verða tað upp móti 40 fóðurflakum vit skulu lata fóður til, sigur hann.

- Síðsta ár sigldu vit umleið 40.000 tons av fóðri til Skotlands. Menn tosað um at koma upp á 60.000 tons og kanska upp á 80.000 tons innan nøkur ár. Náa vit tí málinum, so skal dupult so nógv siglast, sum vit hava gjørt, so tað verður ein góð avbjóðing, sigur Høgni.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hvussu nógv lastar skipið?

- Tað lastar 2500 tons av alifóðri, sum er í 1000 kg sekkjum. Skipið er 82 metrar langt, so tað skal manererast væl, tá lagt verður til væl smærri fóðurflakar enn í Føroyum, sigur hann.

- Túrarnir vara frá tveimum til tríggjar vikur, alt eftir hvussu nógv alibrúk skulu hava fóður og hvussu sunnarlaga tey liggja. Tað tekur umleið tvey samdøgur at sigla til tað sunnasta alibrúkið, sigur Høgni.

Sjey mans eru við Hav Aldu. Teir eru umborð í seks vikur og eru so heima í seks vikur.

Manningin fekk kristiligt tilfar og ein geyma við kristnum sjónbandasangum.

Teimum var eisini ynskt: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder