2020-07-02 13:10
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er javnan, at løgreglan tekur bilførarar sum koyra við promillu. Tað er longri ímillum, at persónar ið føra bát verða tiknir fyri líknandi brot, men hetta hendi í gjár, tá ein persónur sigldi á Havnarvág - við kenning.
Viðkomandi var farin í ein bát við kenning. Hetta høvdu summi fólk varnast, og tey boðaðu beinavegin løgregluni frá.
Tá persónurin legði at aftur, varð hann tikin og er hann nú skudsettur fyri at hava ført bát, meðan hann hevur verið ávirkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald