placeholder
Innanlands

Sigling til Mykinesar longd

Siglingin til Mykinesar heldur fram til 18. oktober, og túrurin millum Hvannasund og Svínoy klokkan 18.30 heldur eisini fram allan september mánað, boðar Strandferðslan frá

Josup (Mynd: Strandfaraskip Landsins)

Josup (Mynd: Strandfaraskip Landsins)

2020-08-28 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Siglingin til Mykinesar heldur fram til og við 18. oktober, boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðuni.

Siglt verður teir dagar, tá ið tyrlan ikki flýgur, t.e. týsdagar, hósdagar og leygardagar eftir hesari ferðaætlan. Í heystfrítíðini verður siglt hvønn dag í vikuni.

Bílegging fer enn, sum áður, fram á www.mykines.fo. Klárt verður at bíleggja út á seinnapartin í morgin, 29. august.

Umframt hetta verður boðað frá, at túrurin á leið 58 millum Hvannasund og Svínoy klokkan 18.30 ikki steðgar 31. august sum áður fráboðað, men heldur fram allan september mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder