Strandferðslan boðaði í gjár frá, at broytingar ella møguligar avlýsingar kundu væntast á leið 7, í dag mikudagin 22. november.
Hetta var vegna vánaliga veðurforsøgn, og tað sær ikki serliga gott út til í kvøld. Harvið er Strandferðslan komið við hesari fráboðanini:
- Vegna vánaliga veðurforsøgn verður ferðaætlanin hjá Smyrli broytt mikudagin 22. november. Siglt verður av Krambatanga kl. 06:00 og kl. 13:00 og av Havnini kl. 08:45 og kl. 16:00. Túrarnir av Krambatanga kl. 18:45 og av Havnini kl. 21:15 verða ikki sigldir.
Harvið verður seinasti túrur hjá Smyrli í dag av Havnini klokkan 16. Túrurin av Krambatanga klokkan 13 er ein seinking á 90 minuttir, í mun til upprunaligu ferðaætlanina.
Sí eisini: Hvassur vindur og stormur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald