2021-09-08 09:52

Seinnapartin í gjár kyknaði eldur við hjálpimotor 2 umborð á Norrønu, meðan hon lá við bryggju í Seyðisfirði.
Eldurin varð tó sløktur beinanvegin, og eingin mansskaði stóðst av hendingini.
Smyril Line upplýsir í morgun, at har vóru einans smærri skaðar á el-lutir á hjálpimotori 2, og Norrøna siglir úr Seyðisfirði til ætlaðu tíð í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald