2018-06-25 19:32
Jógvan Skorheim, borgarstjóri er í summarferiu fram til 9. juli, og í hesum tíðarskeiði røkir Signhild V. Johannesen starvið sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Umframt at vera varaborgarstjóri er Signhild V. Johannesen eisini forkvinna í Mentanarnevndini og limur í Fíggjarnevndini, Umhvørvis- og býarskipanarnevndini og báðum Trivnaðarnevndum Býráðsins, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald