Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2024 verður latin Silas Olofson.
Dómsnevndin metir, at Silas Olofson á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina, segði Jón Brian Hvidtfeldt, limur í dómsnevndini.
- Hann dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum gera okkum klókari um tað, sum hendir í náttúruni.
Silas Olofson er útbúgvin gudfrøðingur og hevur altíð havt serligan áhuga í fuglalívi.
- Hann hevur fingist nógv við fuglafrøðiligt arbeiði, bæði professionelt og sum frítíðarvirksemi. Hann brúkar nógva tíð í fjøllum og fjøru at eygleiða og avmynda fugl.
Eisini eru sjónvarpssendingarnar "Sært tú fuglin" og útvarpsinnsløgini "Fuglatátturin" partur av orsøkini.
Hetta er tólvtu ferð, at heiðurslønin varð latin.
Heiðurslønin er áður latin:
2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald