2025-10-30 20:37
            
        
         
                
            Umleið klokkan 17.30 misti ein lastbilur við trailara eina størri nøgd av sild á vegin í Leirvík.
Hetta var á strekkinum frá Tavuni og inn í Leirvíkstunnilin.
Hetta hevði við sær, at vegurin varð stongur. Neyðugt var at steingja vegin, tí hann skuldi ruddast og vaskast.
Les eisini: Ongin ferðsla gjøgnum Leirvík og Leirvíkstunnilin
Fyrst varð væntað, at hetta fór at taka ein tíma, men nú er rúm tíð gingin.
Løgreglan boðaði fyri lítlari løtu síðani frá, at ferðslan, sum hevur staðið í kø, í Leirvík og Norðagøtu, er nú leidd framvið óhappsstaðnum.
Vegurin er tó stongur aftur. Tað er ikki upplýst, nær væntast kann, at tað er koyrandi aftur sum vant í Leirvík.
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald