Innanlands

Sildberin, Ritan og Sam á beding

Frá mánadegnum 10. september verða broytingar í farleiðunum hjá Strandferðsluni

2018-09-06 10:17 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í mars mánað kunnaði Strandferðslan um bedingstíðir hjá fleiri av skipunum hjá Strandferðsluni. Teistin og Ternan hava verið á beding, og komandi vikurnar skulu Sildberin, Ritan og Sam á beding, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

- Við hesum verður gjørt vart við broytingar og umskipanir á ymsum farleiðum, sum væntandi koma at darva tænastustøðinum nakað. Serliga sæð í ljósinum av, at 125.000 fleiri ferðandi hava brúkt oyggjaleiðir í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2017, og at alsamt fleiri og fleiri av teimum ferðandi koma frá útheiminum. Hetta er avbjóðing, vit mugu hava í huga, tá ið samferðslumál eru á skránni, sigur Strandferðslan.

Bedingstíðir

  1. Sildberin, á beding 10. – 22. september: Viðlíkahald og umvælingar.
  2. Ritan, á beding 10. – 19. september: Skal eftir reglunum á beding.
  3. Sam, á beding 19. september – viku 40:  Skal hava 40 ára klassing.

Ad 1: Sildberin fer á beding 10. – 22. september, og røkir Súlan Skúvoyarleiðina. Her má roknast við eini uml. 2 vikurssloysn.

Ad 2: Tá ið Ritan fer á beding, røkir Jósup Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Her má roknast við eini 9 dagaloysn.

Ad 3: Tá ið Sam fer á beding, røkir Jósup Kalsoyarleiðina. Her má roknast við minst 14 dagaloysn. Ternan ger farmatúrar á Kalsoyarleiðini og ímeðan røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.

Farmatúrar við Ternuni verða sigldir mánadagar og fríggjadagar. Siglt verður úr Klaksvík kl. 11:00 og av Syðradali kl. 13:00. Tó skal hædd takast fyri, at hesar tíðir kunnu broytast orsakað av veðri og streymi.

Farmatúrar verða sigldir hesar dagar:

Mánadag: 24/9 og 1/10.

Fríggjadag: 21/9, 28/9 og um neyðugt 5/10.

Meðan Sam er á beding koyrir leið 506 til og frá øllum túrum hjá Jósupi. Sí ferðaætlan her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder