![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Símun Poulsen í starvið sum stjóra í Vinnuháskúlanum.
Tað boðar Uttanríkis og mentamálaráðið frá í dag.
Símun Poulsen er 50 ára gamal, er skipsførari og hevur læraraprógv, umframt at hava tikið master í leiðslu og organisatiónsmenning. Símun Poulsen hevur drúgvar royndir innan maritima økið, eitt nú bæði arbeiðs- og leiðsluroyndir. Hann hevur verið nautiskur undirvísingarleiðari í Vinnuháskúlanum síðan 2013, umframt at hava undirvíst har síðan 2007.
Símun Poulsen sigldi nógv ár, bæði á Føroyaleiðini og úti, áðrenn hann byrjaði á Vinnuháskúlanum og hevur eftir tørvi avloyst har sum virkandi stjóri.
Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. juli 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald