Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober, og tí sóknast Sinnisbati nú eftir uppskotum til, hvør skal hava virðislønina í ár.
– Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak. Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi, skrivar Sinnisbati.
– Í 2022 var tað Herborg Joensen, sum fekk virðislønina fyri hennara góða og gevandi arbeiði sum leiðari á Vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, har hon í mong ár hevur gingið fremst, tá vit tosa um rúmliga arbeiðsmarknaðin.
Uppskot um, hvør skal heiðrast við ársins sálarheilsuvirðisløn kunnu sendast til Sinnisbata.
– Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á [email protected] í seinasta lagi mánadagin 2. oktober, sigur Sinnisbati.
Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð um, hvør skal hava virðislønina, og virðislønin verður, sum áður nevnt, latin á altjóða sálarheilsudegnum, 10. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald