Uttanlands

Sir David Attenborough fyllir 100 ár í dag

Heimskendi náttúrufrøðingurin er føddur 8. mai í 1926

Sir David Attenborough fyllir 100 ár í dag (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Sir David Attenborough fyllir 100 ár í dag (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-08 08:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í dag fyllir heimskendi og høgt virdi nátturufrøðingurin Sir David Attenborough 100 ár. Í yvir 50 ár hevur eyðkenda bretska røddin lært okkum um lívið á klótuni.

David Attenborough gjørdist heimskendur tá ið hann framleiddi kendu sendirøðina Lívið á jørðini (Life on Earth. red) í 1979, sum varð gjørd í 10 pørtum.

Sir David Attenborough er føddur tann 8. mai í London í Onglandi. Hann giftist Jane Elizabeth Ebsworth Oriel í 1950, og vóru tey hjún til hon doyði í 1997.

Saman fingu tey børnini Robert og Susan Attenborough.

Sir David Attenborough hevði tveir brøður, og eldri beiggin var eingin annar enn heimskendi sjónleikarin- og filmsleikstjórin Richard Attenborough, sum vit kenna frá eitt nú Jurassic Park filminum. Richard Attenborough varð føddur í 1923, og andaðist í 2014. Yngri beiggin var John Attenborough, sum varð føddur í 1928 og andaðist í 2012.

David Attenborough hevur seinastu mongu árini starvast hjá BBC, og hóast hann nú fyllir 100 ár, so er hann framvegis virkin í arbeiðslívinum. 

Náttúrufrøðingurin hevur ikki lagt lok á, at hann er vælvitandi um at hann nú nærkast endanum av sínum langa lívi, men hetta hevur tó ikki hildið honum aftur at gjørt eina nýggja sendirøði um náttúruna í sambandi við at hann nú gjørdist 100 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder