
Hesa vikuna luttekur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, á aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York.
Mikudagin var hon við til setanina av 80. aðalfundinum (UNGA80), har millum annað amerikanski forsetin, Donald Trump, brasilianski forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, og ST-aðalskrivarin, António Guterres, hildu røður.
Setanin er byrjanin uppá eina viku, har leiðarar úr øllum heiminum hittast til týðandi fundir, ráðstevnur, pallborðskjak o.a. fyri at viðgera altjóða avbjóðingar og finna felags loysnir.
Seinnapartin var landsstýriskvinnan til áhugaverdar fundir í trygdarráðnum, har støðurnar í ávikavist Ísrael og Palestina og Ukraina og Russlandi vórðu viðgjørdar. Dagurin endaði við luttøku á fundi við ST-aðalskrivaran saman við uttanríkisráðharrunum í Danmark og Grønlandi, har føroyska landsstýriskvinnan fekk høvi at bera ein boðskap fram, umframt at umrøða heimsstøðuna, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald