Innanlands

Sirið: Løgtingið eigur at verða kallað saman

Fólk, ið eru send í sóttarhald hava ikki rætt til sjúkrapening. Hetta má fáast í rættlag, heldur Tjóðveldi

Sirið Stenberg (Savnsmynd)

Sirið Stenberg (Savnsmynd)

2020-08-07 15:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini!

Tað heldur tingkvinnan Sirið Stenberg úr Tjóðveldi.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan við heilsumálum vísir á, at fólk, sum eru í sóttarhaldi, hava ikki rætt til sjúkradagpening, tí lógirnar um hetta eru farnar úr gildi. 

- Vit í Tjóðveldi heita tí á landsstýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag alt fyri eitt, so arbeiðsfólk ikki standa á berum. 

- Umframt hetta eigur koronastøðan sum heild at vera viðgjørd saman við andstøðuni, sigur Sirið Stenberg.

Almannaverkið hevur í dag gjørt viðskiftafólki sínum vart við, at serskipanirnar í dagpeningalógini, sum vóru partur av hjálparpakka I, fóru úr gildi 30. juni.

- Tað merkir, at løntakarar, sum fara í sóttarhald eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum, hava ikki rætt til dagpening vegna sjúku. Løntakari, sum gerst sjúkur av korona, og ikki hevur rætt til løn undir sjúku, kann framvegis søkja um sjúkradagpening sum vanligt.   

- Skipanin, ið gevur arbeiðsgevarum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum rinda løn til starvsfólk, ið ikki kunnu arbeiða orsaka av korona sjúku ella sóttarhaldi, rætt til at fáa lønarútreiðslur endurrindaðar, er somuleiðis farin úr gildi, skrivar Almannaverkið  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder