
Í oktober spurdi Sirið Stenberg landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen um, hvussu langar bíðitíðir vóru á barna- og ungdómspsykiatriini. Landsstýrismaðurin svaraði tá, at bíðitíðin var 16-17 mánaðir, og at 194 børn og ung vóru á bíðilista.
Tað var ein stórur vøkstur í mun til í mai, tá bíðitíðin varð mett til 14-15 mánaðir, og 166 stóðu á bíðilista.
Hetta er sera ørkymlandi, heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum tí hevur sett landsstýrismanninum uppfylgjandi fyrispurning.
– Sálarligar líðingar og trupulleikar í barna- og ungdómsárunum, sum ikki verða viðgjørd tíðliga, økja um vandan fyri varandi sjúku og trupulleikum. Hetta kann hava stóra ávirkan á lívsgóðskuna bæði í barna- og ungdómsárunum eins og á alla lívsleiðina. Skjót hjálp er góð hjálp. Tað ræður um at fáa nøktandi hjálp so tíðliga sum gjørligt. Tí er tað sera álvarsamt, at bíðitíðin er so long.
– Tað er í barnaárunum at grundarlagið undir menningini hjá barninum verður lagt. Barnaárini eiga at vera merkt at spæli, trivnaði og mennig. Tey børn, sum fáa sálarligar trupulleikar mugu fáa skjóta og rætta hjálp stundisliga. Um ikki er vandi á ferð fyri menningina og framtíðarútlit hjá barninum.
– Tørvurin á innleggingarplássum hjá børnum og ungum varierar. Barna-og ungdómspsykiatriska dagdeildin (sum hevur møguleika fyri innlegging) hevur nú hálvt triðja ár á baki. Tí er áhugavert at vita, hvørjar royndir man hevur gjørt sær, og um innleggingartørvurin er nøktaður við dagdeildini. Tað hevur verið víst á tvørrandi samstarv og samskipan sum part av longu bíðitíðini. Tí er eisini týdningarmikið at fáa greiðu á, hvat ítøkiliga verður gjørt á tí økinum, so børn og ung ikki líða undir tí, sigur Sirið Stenberg.
Fyrispurningurin hjá Sirið Stenberg er soljóðandi:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barna- og ungdómspsykiatriini?
2. Hvussu nógv børn og ung eru á bíðilista?
3. Hvussu nógv børn verða útgreinað um vikuna?
4. Hvussu er tørvurin á innleggingum í barna- og ungdómspsykiatriini?
5. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at samskipa betur við eitt nú Sernám og Gigni?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald