
Í vár upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina var uml. 14-15 mánaðir, og at 166 børn vóru á bíðilista.
Síðani er hesin bíðilistin longdur, og bíðitíðin er nú longd til 16-17 mánaðir. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.
Sirið Stenberg vísti í viðmerkingum á, at støðan á barna- og ungdómspsyiatriini er sera álvarsom, og at barnalívið ikki eigur at verða brúkt til at standa á bíðilista.
– Tess longur børn bíða, tess størri gerst vandin fyri, at ymisku trupulleikarnir kunnu blíva til varandi líðing. Tí er tað eisini fyribyrgjandi at fáa skjóta og nøktandi hjálp. Barnalívið má ikki brúkast til at standa á bíðlista. Tað skapar líðing heldur enn menning og trivnað. Og hvør dagur telur, segði hon.
Í løtuni eru 194 børn á bíðilista. Av teimum eru 117 í aldrinum 0-11 ár, og 77 eru í aldrinum 12-17 ár.
– Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long og eisini er vaksin seinastu árini er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í løtuni megnar Barna-og ungdómspsykiatriin ikki at arbeiða undan við verandi starvsfólkaorku. Heilt einfalt verða fleiri nýggj børn ávíst til Barna-og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Við verandi starvsfólkaorku klárar barna- og ungdómspsykiatriin tríggjar útgreiningar um vikuna. Um talan er um akutta ella sonevnda "subakutta" støðu, verða sjúklingarnir sjálvandi raðfestir framum í bíðilistanum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald