2025-07-14 21:22

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, vitjaði í dag í Kyiv saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen.
Hon vitjaði millum annað ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj.
Sambært Kringvarpinum vitjaði hon eisini fyritøkur og legði vegna landsstýrið eitt silkiband í føroysku flagglitunum á Frælsistorgið.
Á videobroti, sum ukrainski forsetin hevur lagt út á sosialar miðlar í dag, sæst Sirið Stenberg og føroysk embætisfólk sita um borðið saman við Volodymyr Zelenskyj. Sí videobrotið omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald