Innanlands

Sissal á pallin sum nummar 22

21 lond framføra áðrenn Sissal sleppur á pallin í Basel leygarkvøldið

Sissal Jóhanna til aðalroyndina í kvøld (Mynd: EPA)

Sissal Jóhanna til aðalroyndina í kvøld (Mynd: EPA)

2025-05-16 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ein løta at bíða í annaðkvøld áðrenn Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen kemur á pallin í Eurovision sangkappingini.

Raðfylgjan er løgd, og ikki fyrr enn 21 onnur lond hava framført, sleppur Sissal á pallin. Áðrenn Sissal er tað Portugal við róliga lagnum "Deslorcado", og aftaná Hallucination hjá Sissal er tað favoritturin Bara bada bastu hjá Svøríki, sum verður framførdur.

Tilsamans 26 lond eru við í finaluni.

Les eisini: Fyrsti føroyingurin í einari Eurovision-finalu

Raðfylgjan er soleiðis
1. Noreg
2. Luksemborg
3. Estland
4. Ísrael
5. Litava
6. Spania
7. Ukraina
8. Bretland
9. Eysturríki
10. Ísland
11. Lettland
12. Holland
13. Finnland
14. Italia
15. Pólland
16. Týskland
17. Grikkaland
18. Armenia
19. Sveis
20. Malta
21. Portugal
22. Danmark
23. Svøríki
24. Frakland
25. San Marino
26. Albania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder