Innanlands

Sissal Maria Rasmussen framflutt til lektara í máltøku

Sissal Maria Rasmusssen er framflutt til starv sum lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

2025-09-20 13:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sissal hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2020, ið er sama ár, sum hon fekk ph.d.-heiti fyri ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.

Í 2002 fekk hon kanditatprógv frá universitetinum í Keypmannahavn, og hon var innskrivað til ph.d.-lestur bæði á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrinum, ein sonevnd dupult innskriving (double degree). Heitið á phd.-ritgerðini er "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter”.

Í starvi sínum sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya hevur Sissal undirvíst á útbúgvingum bæði á master- og bachelorstigi, eins og hon hevur staðið fyri og verið við í fleiri granskingarverkætlanum, eitt nú eini granskingarverkætlan um ljóðligu menningina hjá føroyskum børnum, ið er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Syddansk Universitet og Háskóla Íslands.

Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Sissal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Sissal Maria Rasmussen verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru:

  • Jógvan í Lon, professari í málfrøði, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya (forfólk)
  • Edit Bugge, professari, Høgskulen på Vestandet í Noregi
  • Carsten Elbro, professari, Københavns Universitet

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder