Mentan

Sissal noyðist at spara sær røddina áðrenn hóskvøldið

Hon hevur krím og hevur verið hjá lækna í Sveis. Fleiri samrøður við miðlar eru avlýstar. Tó er einki av álvara at stúra um, stiaðfestir Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen

(Mynd: Ida Marie Odgaard / EPA)

(Mynd: Ida Marie Odgaard / EPA)

2025-05-13 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi verið hjá læknanum fyri at vita, hvat man kann gera við hetta. Har varð farið inn gjøgnum nøsina við einum lítlum upptøkutóli, og so kundi tey hyggja eftir ræddarbondunum. Alt sá gott út: Tey vóru hvít og sunn - eingin bruni í men bert nakað av slími, so tað er ikki nakað at vera stúrin fyri.

Soleðis sigur danska Eurovision-vónin í ár, sambært Ritzau-tíðindastovuni og fleiri donskum miðlum.

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur verið í Basel í beint yvir eina viku. Har eru nógvar ymiskar fyrireikingar á skránni - millum annað ljóðroyndir.

Sí eisini: Sissal: - Tað er stuttligt men eisini nógv á skránni

Meðan Sissal hevur verið í sveisiska vertsbýnum hevur hon striðst við krím. Av hesari orsøk hevur dugnaliga og framliga føroyska songkvinnan verið noydd at útseta fleiri samrøður - hetta fyri at spara røddina nakað.

[object Object](Mynd: Peter Schneider / EPA)

- Tað er ikki ein ynskistøða, men soleiðis má tað vera. Teir næstu dagarnar skal eg taka heilivág, sum heldur bruna niðri, um tað skuldi verið har kortini. Hetta er bert fyri at vera á tryggu síðuni. Tað gera sangarar í "neyðstøðum"(...) Eg royni at ansa so væl eftir mær sjálvari sum gjørligt. 

Í løtuni stendur Sissal ikki millum favorittarnar hjá veddingarfyritøkunum at koma í finaluna. Tó er tað júst rødd hennara, sum kann verða munurin millum Danmark og onnur lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder