
Hon er ikki favorittur til Vild med Dans, men veddingarfyritøkurnar munnu fara at hyggja nærri eftir oddsunum til næsta fríggjakvøld, tí Sissal og Eugen fingu flest stig frá dómarunum í kvøld.
Í einum paso doble-dansi til lagið "Where Have You Been" hjá Rihanna imponeraðu Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og Eugen Miu dómararnar og fingu heili 14 stig. Flest av øllum pørum.
- Tú helt teg róliga í mátanum, tú bar teg at. Tykkara kropsburður var framúr. Eg haldi tit gjørdu tað ordiliga gott, segði dómarin Lene James Mikkelsen.
Og tað var ein lættað Sissal aftaná dansin.
- Tað er so feitt at vera pískaður so leingi og at tað endiliga riggaði. At onnur kunnu síggja, at eg havi gjørt eitt gott arbeiði, segði Sissal.
Eins og undanfarin ár verður byrjað róliga, og eingin verður tveittur úr í fyrstu sending. Hinvegin telja atkvøðurnar og stigini frá dómarunum við næsta fríggjadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald