Mentan

Sissal og Eugen víðari í Vild med Dans

Tað bendir á, at ikki bara dómararnir dáma Sissal. Tað gera hyggjararnir eisini

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2025-10-03 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sissal og Eugen royndu seg í kvøld við tango í Vild med Dans á TV2.

Tað gekk so mikið væl í síðstu viku, at parið endaði á ovastu rók við flest stigum frá dómarunum. Í kvøld vóru dómararnir eisini fegnir fyri tað, sum teir sóu, og Sissal og Eugen fingu 13 stig.

Sum siðvenja er, reyk eingin út í fyrstu sendingini, men í kvøld skuldi eitt par út.

Og tíbetur bendir á, at hyggjararnir eisini dáma Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen. Hon og Eugen komu víðari í kvøld og blivu rópt upp næst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder