Mentan

Sissal skal dansa saman við verandi vinnaranum

Eugen Petrisor Miu vann Vild Med Dans í fjør. So er spurningurin, um hann endurvinnur saman við føroysku songkvinnuni í seinastu útgávuni av sendirøðini

Eugen Petrisor Miu og Sissal Jóhanna Norðberg Niclassen skulu stríðast saman næstu tíðina

Eugen Petrisor Miu og Sissal Jóhanna Norðberg Niclassen skulu stríðast saman næstu tíðina

2025-09-03 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ljóðað á vatnrørunum í eina tíð, og í gjár varð tað almannakunngjørt: Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal vera við í 2025-útgávuni av Vild Med Dans, sum samstundis verður tann seinasta.

- Tað er ein stórur heiður fyri meg at gerast partur í eini sendirøð, sum eg hvønn fríggjadag havi trúføst havi fylgt við úr sofuni saman við familjuni gjøgnum allan mín barndóm, skrivar Sissal á sosialu miðlunum.

Skal kappast saman við verandi vinnaranum

Vild Med Dans er undirhald og hugni - men tað er eisini ein kapping. 

Dansipørini fáa stig frá dómarunum og skulu hvørt fríggjakvøld í tveir mánaðir stríðast fyri ikki at verða send heim.

Pørini eru sett saman av einum persóni, sum í roynd og veru er ein dansari, og so einum persóni, sum er kendur fyri eitthvørt annað.

Sissal sleppur at royna seg saman við manninum, sum í fjør vann Vild Med Dans.

Talan er um Eugen Petrisor Miu, sum hevur rumenskar røtur, og sum í ár er við fyri triðju ferð.

Vild Med Dans byrjar fyri seinastu ferð síðst í hesum mánaðinum. Finalan verður í Forum Horsens 28. november. So er spurningurin, um havnarkvinnan aftur vinnur eina danska kapping.

[object Object]
Føroyska songkvinnan fegnast eftir Melodi Grand Prix sigurin fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder