
Alt bendir á, at sitandi borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, heldur fram. Hann fekk nógvar flestar atkvøður í Vestmanna við 248 atkvøðum.
Hetta vísír valúrslitið, sum varð kunngjørt fyri løtu síðani.
Tað vóru bara níggju sum stillaðu upp í kommununi, og kommunustýrið telur sjey limir.
Bjørg á Rógvi er nýggj í kommunustýrinum og fekk heilar 140 atkvøður. Sára Jógvansdóttir er eisini nýggj, hon fekk 96 atkvøður.
Valluttøkan var 82,4 prosent.
Bygdarráðið í Vestmanna kommunu
Pauli Trond Petersen 248 atkvøður
Bjørg á Rógvi 140 atkvøður
Sára Jógvansdóttir 96 atkvøður
Eyðun Hansen 68 atkvøður
Laila Haldansen 59 atkvøður
Anja Haldansen 56 atkvøður
Ingi Olsen 39 atkvøður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald