Innanlands

Sitrónmánar afturkallaðir

Broyttur luktur og smakkur er atvold til, at kakurnar verða afturkallaðar

2018-06-22 13:29 Author image
Oda Strøm
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú "Dan Cake Citronmåne".

Orsøkin til, at sitrónmánarnir verða afturkallaðir, er, at teir hava broytt lukt og smakk, og vøran er ikki egnað til matna.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og um tú hevur keypt ein sitrónmána , mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan til, at tú annaðhvørt koyrir vøruna burtur ella letur vøruna aftur, har hon er keypt, skrivar hon á heimasíðuni.

Hetta eru sitrónmánarnir, sum verða afturkallaðir:

Dan Cake Citronmåne 350 g
EAN-nummer: 5709152009460
Bedst før dato i 2018: 26/6, 27/6, alle datoer i august, samt 5/9, 11/9, 21/9

Dan Cake Jubilærums Citronmåne 375 g
EAN-nummer: 5709152019001
Bedst før dato: 17/7-2017

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder