- Det, synes jeg ikke, at man kan være bekendt.
Tá Margretha drotning nýtir ein slíkan setning, vekir tað ans. Hetta vísur Lars Hovbakke Sørensen, ið er søgufrøðingur og serkønir innan danska kongahúsið, á í viðmerking við TV2 um søguligu røðina hjá Margrethu drotning í gjárkvøldið.
Fyri fyrstu ferð í sínari tíð við krúnini vendi danska drotningin sær beinleiðis til fólkið á einum kvøldi, sum ikki er gamlaárskvøld.
Eftir at nýggju tiltøkini hjá stjórnini vórðu kunngjørd á tíðindafundi, varð ein stutt røða Margretha drotning víst á DR1 og TV2.
Les eisini: - Øll taka ikki støðuna í álvara (hoyr alla taluna her)
Hennara Hátign var hóvlig og savnandi, sum vit eru von at síggja hana gamlaárskvøld, men tað var serliga eitt petti, sum fólk bitu merki í.
- Man sær enn bólkar í øllum aldrum, sum halda seg ov tætt saman. Summi halda enn tá veistlur og rundar føðingardagar (drotningin hevur sjálv avlýst 80-ára føðingardagshaldi í komandi mánaði) Tað, haldi eg ikki, at man kann loyva sær! Tað er tankaleyst, og tað er fyrst fremst at ikki taka fyrilit.
Hetta var ein meira harður tóni, enn vit eru von at hoyra frá drotningini, sigur Lars Hovbakke Sørensen. Hann vísur á, at seinast hann minnist, at drotningin nýtti "Tað, haldi eg ikki, at man kann loyva sær" var í nýggjársrøðuni í 1984, tá hon hevði at dønum, fyri at niðurgera tilflytarar.
Tað sum Margretha drotning vísti á í gjárkvøldið, er í tráð við tað, sum nógv fólk vísa á, á sosialu miðlunum, bæði í Danmark og í Føroyum fyri tíðina: At summi taka ikki sóttarhald og/ella støðuna í nóg stórum álvara og kunnu seta harvið seta onnur í vanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald