Innanlands

Sjáldsamur gestur á vitjan

Ein herfuglur sást í Miðvági um vikuskiftið

(Mynd: Silas Olofson)

(Mynd: Silas Olofson)

2020-08-26 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin og sunnudagin var ein ein sjáldsamur fuglur at síggja í Miðvági. Talan er um ein herfugl.

Silas Olofson, fuglakønur, hevur tikið hesa myndirnar av sjáldsama gestinum í Miðvági.

Hann greiðir frá, at herfuglur vanliga í Mið- og Suðurevropa og eystureftir. Hann er sera eyðkekndur við sínum svørtu, hvítu og ljósamorreyðu litum. Eisini hevur hann vakra krúnu á høvdinum. Hetta er bert 17. skráseting af herfugli í Føroyum. 

Á bloggi sínum á Birdingfaroes greiðir hann frá hvussu hann fekk eyga á herfuglin í einum urtagarði í Miðvági. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder